Føroysku genturnar settu í morgun nýtt føroyskt junior-landsliðsmet, tá ið tær á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Kastrup svumu 4×100 blandað uppá 4:27.57. Eingin átti metið áðrenn men føroyska juniormetið fyri bara svimjarar úr sama svimjifelag er til samanberingar 4:40.52, føroyska seniormetið fyri svimjarar úr sama svimjifelag 4:30.63, og føroyska landsliðsmetið fyri seniorar 4:22.92. Tær fýra vóru Birita Debes úr FLOT, Turið S. Christiansen úr Ægir, Poula Ø. Mohr úr FS og Cecilia Eysturdal úr Ægir. Les úrslitalistan her.