Jón og Rókur práta á kamarinum í Dubai

Bjarnason og undirritaði tosa her um jólastemningin á hotellinum, og um nýggja startlistan til 1500 frí. Orsaka at ljóðið er so veikt … eg royni nakað nýtt sum ljóðaði fínt á upptakaranum, at taka eina MP3-fílu uppá og so senda hana til Ipadio, heldur enn at brúka pengar uppá telefon-uppkallið. Ljóðið er fínt um tit skrúva ordiliga nógv upp.

One thought on “Jón og Rókur práta á kamarinum í Dubai”

  1. …ok, eg skilji á lagnum, at 53% av vitjandi á svimjing.com, ið brúka Internet Explorer, ikki kundu hoyra iPadio sending nr 18. Nú burdi borið til hjá teimum at hoyra ljóðbrotið.

    Eg vil enn einaferð vísa á, at tað finnast betri browsarar, so sum Google Chrome, Mozilla Firefox, Apple Safari og Opera enn Microsoft kagin, Internet Explorer.

    Hygg til dømis hvussu NJM 2010 grafurin sær út í Chrome – her sum vanlig png mynd – upprunaliga er grafurin ein svg mynd.

    Google Chrome:

    Men í Microsoft Internet Explorer sær grafurin soleiðis út:

    Microsoft Internet Explorer minnir mest um ein grov turkitrumla :-S

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.