Startlistin til 1500 er broyttur

FINA hevur nú broytt skránna til 1500 metra frísvimjing á HM í Dubai, so at teir báðir amerikansku Peter Vanderkaay og Sean Ryan nú eru uttanfyri finalupláss, hóast teir upprunaliga høvdu fimtbestu og sættbestu tilmeldingartíð. Vanderkaay hevur fingið broytt sína tíð frá 14:34.03 til 15:03.86, og Ryan sína frá 14:34.98 til 15:04.84, mest sannlíkt tí at teir hava brúkt tíðir umroknaðar frá kapping í 25 yards hyli, heldur enn veruligar 25 metra tíðir. Og Pál Joensen rykkir tí upp um teir báðar, til eina styrkismeting sum nummar 5, heldur enn nummar 7.

DSC02038

Eitt løgið er tó í hesum sambandi, at tunesiski Oussama Mellouli enn verður styrkismettur sum nummar 1, hóast hann mest sannlíkt hevur brúkt somu mannagongd sum amerikanararnir. Mellouli býr, venur og kappast fast í USA, og hevur okkum kunnugt ikki luttikið á øðrum altjóða kappingum enn ‘over there’, síðani einaferð í fjør. Tilmeldingartíðin hjá honum er ikki til at finna á altjóða styrkismetingarlistunum, og tað er tí nærliggjandi at gita at hann hevur bara roknað forrestin góðu tíðina um, sum hann svam á amerikansku stuttgeilameistarastevnuni í 25 yards hyli.

Teir 8 í 1500 metra frí finaluni eru nú:

  1. Oussama Mellouli (TUN), 14:24.71
  2. Federico Colbertaldo (ITA), 14:25.68
  3. Mads Glæsner (DEN), 14:26.74
  4. Sébastien Rouault (FRA), 14:30.58
  5. Pál Joensen (FAR), 14:38.00
  6. Samuel Pizzetti (ITA), 14:41.29
  7. Sergiy Frolov (UKR), 14:42.01
  8. Gergely Gyurta (HUN), 14:46.39

One thought on “Startlistin til 1500 er broyttur”

  1. Góðan morgun folkens 😉

    Eitt er at teir sleppa at melda til við umroknaðum tíðum tá ið nú “FINA rules” klárt siga at tað ikki er loyvt, og serliga tá ið okur vita at tað als ikki er tað sama at svimja í 21m hyljum sum tað er at svimja í 25m. Eitt annað er so tað, at teir broyta tíðirnar hjá eitt nú PVK, men ikki hava dirvi til at broyta tíðina hjá Oussama tí at hann næstan er á heimabana ella what ever. Ikki serliga pent, ella fyri at siga sum er, ikki serliga sportsligt av FINA… og synd fyri PVK.

    Men hvat, tað er so mangt sum er vánaligt her… eitt nú eru nakrir svimjarir í Arena X-Glide (2. generatión) sum ikki er at fáa fatur á fyrr enn í 2011, men tó, so eru nakrir útvaldir sum fáa “loyvi til” at svimja í hesum nýggju superklæðum.
    Eg fekk fatur á einum svimjara sum hevur eitt par, hann sigur at tær eru ótrúliga góðar, næstan sum gomlu X-Glide.

    Aja, nógv er enn sum skal broytast við FINA… eg hoppi við á vognin hjá US swimming…

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.