Amerikanski Ryan Lochte gjørdist í kvøld fyrsti einstaklingur sum setti heimsmet, eftir at sonevndu ‘superdraktirnar’ vórðu bannaðar tann 1. januar 2010. Hetta var á HM á stuttgeil í Dubai, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 3:55.50, har heimsmetið hjá ungarska Laszlo Cseh var 3:57.27. Sí úrslitalista her.
Dubai Sports 1 valdi at práta um Mellouli meðan hann og hinir svumu 400 frí. Og tá ið vit so sóu tað forskotið, vóru ongar millumtíðir vístar yvirhøvur, og eiheldur nakar úrslitalisti tá ið teir vóru komnir á mál. Vit máttu bara gita hvussu hevði gingist, alt eftir hvussu nógv Lochte smíltist, inntil Jón fór á netið at kanna.
Ikki at tað bilti yvirhøvur. Slettis ikki fyri Jón. Yvirhøvur. Slettis ikki.
Tá ið Dubai Sports 1 hevði víst myndir av einum ljótum abba í 5minuttir og nevnt arab Mellouli 10000008 ferðir, tá var eg við at kóka yvir…
Og so vísti teir ikki semifinaluna hjá Ottensen (50m firvald) tí tá skuldi hesin sami gamli aftur á skermin fyri at tosa um hvussu ein bukar konufólk… ella nakað… arggggggggggggggggggg…
…so síggja tit tað her 🙂