Update av kantinum í Dubai

Bara ein stutt heilsan higani, nú vit í morgun hava trenað at koyra taxa út til høllina. Eg havi funnið mær pláss uppi á balkongini nær íslendingunum, meðan hini eru við Pál yviri í venjingarhylinum og venja.

DSC02109

[Houssam our Liaison Officer vísir taxa-sjafførunum veg út í oyðimørkina]

Orsøkin til at vit koyra taxa er nú fyrst og fremst, at hasir bussførararnir koyra so ófantiliga, kombinerað við at fyriskipararnir hava valt býbussar heldur enn tourbussar til rutuna. Pál hevði beinleiðis sjóverk tá ið hann vandi í gjár, so í dag valdu vit at royna taxa, til at vita um tað var ein betri loysn til í morgin.

Og tað er tað, behagiligur taxabilur sum klárar túrin uppá undir 30 minuttir, við góðum (etniskum) tónleiki afturvið. Vit hava tí gjørt avtalu við “Mahmoud our Dubai driver”, at hann heintar okkum í morgin klokkan 9:00. Havi goymt mær telefonnummarið hjá honum eisini, og tikið mynd av honum til at læra hvussu hann sær út 🙂

DSC02111

[Mahmoud our Dubai driver]

Túrurin kostar 49 dirham, sum eru umleið 70 krónur. Ikki so galið fyri 25 kilometrar við taxa, eisini hóast eg gav honum ríkiligt av drykkjupengum, til at tryggja mær at hann tímir at koma eftir okkum í morgin.

Sum heild eru vit við at koma væl inn í rulluna her, nú, viðvíkjandi at koma koma upp tíðliga, fáa at eta og drekka, koma aftur og fram millum hyl og hotel, og finna runt her í risastóru svimjihøllini. Pál er stadigvekk væl fyri, og vónirnar eru tí heilt hampuliga góðar.

DSC02110

[Av eini ov hvørjari orsøk hava bilarnir altíð kleenex monterað frammi í rútinum, her í Dubai. Kanska ífall man forstendur sangirnar, ella ífall at ferðslan er ordiliga, ordiliga óhugnalig?]

Um tað er nakað sum ikki ordiliga riggar enn, so er tað at internetið er so vánaligt, at tað er trupult at fáa myndir og videoir heim til tykkum. Skype riggar sum nevnt ikki, vegna onkra blokering, og eg má tí bara halda áfram at ringja ljóðtíðindi heim, heldur enn at fáa tað bíligari yvir internetið.

Tað ‘buggar’ eisini okkum báðum Jón, at Mellouli enn er á startlistanum, hóast hann hevur líka nógv uppfunna tilmeldingartíð sum hasir báðir amerikanararnir sum noyddust at broyta uppá sínar. Éitt er at tað er prinsipielt skeivt; men hartil er hann so væl fyri, at tað hevði verið ein taktiskur fyrimunur um hann varð noyddur at svimja í innleiðandi riðlunum.

DSC02112

[Thurid helt at hesir sóu fittastir út, og setti seg tí hjá teimum]

Men á well, Pál er jú væl fyri, og uppsettur uppá ‘at koyra alt í posan’. Hann er í finaluni sum nummar fimm, við góðum møguleika at gerast millum heiðursmerkjavinnararnar. Flestu tjóðir her kunnu bara droyma um at koma í finalu, so vit føroyingar eru longu í innarasirklinum her í Dubai, við allari orsøk at ganga við røttum ryggi.

Eg slapp forrestin ikki inn í media-sentrið í morgun, hóast eg checkaði fyrradagin bæði í information og har uppi um mín akkreditatión var í ordan. Á well, man er ikki minni paranoidur enn sum so, at eg skrivaði mær logon niður til tráðleysa netið í høllini, sum er ætlað teimum har uppi.

DSC02116

[Kobbi og tey í Dubai]

2 thoughts on “Update av kantinum í Dubai”

  1. Meðan eg sat har komu ísraelittar at sita við síðuna av mær, harav hesin spurdi eftir Hestoy. Vit komu í prát, har eg segði at eg var imponeraður av at teir tordu at koma til Dubai. At tað var ringt at skilja fyri ein sum kemur úr einum landi har nógv av okkum ikki ein gang steingja úthurðina.

    DSC02121

    Til tað svaraði Noam, at tað gjørdi hann heldur ikki, her. Men ókey, tað var mest tí at hann hevði ein riðil av vápnaðum, ísraelitiskum trygdarvørðum uttanfyri hurðina 😀

    (Hin við síðuna av Noam bað meg ikki taka mynd av sær, ífall at konan fann útav hvar hann var 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.