Nú skrivar SwimNews um tilmeldingartíðina hjá Mellouli

Craig Lord skrivar nú á www.swimnews.com undir yvirskriftini “Mix-Up May Put Mellouli In Morning 1,500“, at spurnartekin verður sett um tilmeldingartíðina hjá Mellouli, men at tunesar umbera seg við at talan var um kapping í Tunesia í desember í fjør, sum tey tíverri gloymdu at almannakunngera úrslitini frá.

Tunesarar eru rættiliga í klemmu við tað at tíðin 14:24.71 hjá Mellouli er 10 sekund skjótari enn afrikanska metið hjá honum, og at tað tí er eitt sindur løgið at tey ikki høvdu hug at almannakunngera tað tá. Craig Lord nevnir møguleikan fyri at umrokna tíðina hjá Mellouli frá 1650 metra yard svimjing í heyst, men kallar tað í somu ond fyri “madness”.

So støðan er altso at tunesarar eru í eini heldur prekærari støðu, har tey mugu viðganga at hava verið kloddar viðvíkjandi tilmeldingartíð og møguligum afrikanskum meti sum eingin hevur hoyrt um fyrr enn nú, til at fáa Mellouli í finaluna.

A source told SwimNews that the swim was legitimate but Mellouli was a victim of the incompetence of his own federation in Tunisia, which had failed to grasp the need to register swims, particularly record-breaking swims and those that will serve as qualifying efforts to be submitted as entry to international competition to FINA.

Lordurin heldur tó at Mellouli eigur at vera í finaluni, sum klári favoritturin, og hesum fyrireika vit okkum eisini til í Dubai. Eingin ivi um at Mellouli er “the man to beat”, tá ið vit koma til í annaðkvøld, líka mikið um hann hevur verið noyddur at svimja um morgunin ella um kvøldið. Men tað hevði altso verið flottari um øll kendur til tíðina áðrenn.

The decision on Mellouli has yet to be taken but the dilemma of the situation caused by the Tunisian federation is clear: rules are broken at FINA’s peril; and it would be a great shame if the title favourite for the 1,500m had to plough a lonely furrow in morning heats.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.