Craig Lord veit nú at siga á SwimNews.com, at altjóða svimjisambandið FINA nú allíkavæl hevur góðtikið at lata Mellouli svimja við í finaluni í 1500 frí í kvøld, hóast tey í gjár tóku hann úr tí at tilmeldingartíðin var ókend og tí ikki góðkend. Tilmeldingartíðin 14:24.71 sæst nú í morgun sum næstbesta tíð í heiminum frá 2010 á www.swimnews.com/rank, men enn ikki á styrkislistanum hjá FINA sjálvum.
The last day of the championships brings the prospect of at least two more gold medals for Ryan Lochte, a 1,500m with Olympic champion Oussama Mellouli in the fast heat in the evening after FINA accepted a late plea from Tunisia over an entry time that FINA had not been aware of until now, and a flood of further threats to the record books as Dubai waves goodbye to the swim world with a high tide of 12 finals.
Tíðin 14:24.71 má kallast at vera eitt satt undur, tá ið hugsað verður um hvussu slitin Mellouli var á World Cup stevnunum bara 3 vikur áðrenn. Tá kláraði hann nevniliga ikki í finalur í 400 metrar frí, og meldaði frá 1500 metra frí í Berlin, við teirri grundgeving á The Morning Swim Show, at hann ikki hevði vant nokk til at kunna svimja 1500 metra frísvimjing. 3 vikur seinni fær hann so eina gávu av himni, tá ið hann megnar at seta afrikanskt met við 10 sekundum, sum tey tó ongantíð sendu inn til góðkenningar.