Bretar møttust fyri fyrstu ferð jólamorgun 1864 til 100 yard svimjikapping í einum vatni í Hyde Park í London, síðani 1904 til at kappast um Peter Pan steypið, sum sjálvur James Barrie rithøvundur av bókini Peter Pan kom við. Men fyri fyrstu ferð síðani 1981 mátti kappingin avlýsast í ár, tí at vatnið var fryst. Onkur fór tó útí og svam eitt lítið sindur, í tí sum tey rokna við kann gerast kaldasti desember mánaði í 100 ár. Kelda: AFP
Tað er her í “The Serpentines” kappingarnar í Open Water fara at verða hildnar til Olympisku leikirnar í 2012. Vónandi uttan ís á vatninum.
Mær kunnugt liggja Serpentines beint frammanfyri Buckingham Palace.
Heilsan Jon
Ella sum Sander Smørdal sigur á twitter, at svimja ella ikki svimja – tað er spurningurin.
“Å symje, eller ikkje symje – det er spørsmålet.”