“Tropical Islands” var upprunaliga ein hangarur sum kundi rúma eitt risastórt luftskip kallað CargoLifter, til hendan verkætlanin fór fallitt, luftskipið fór í einum stormi, og høllin varð uppkeypt og bygd um til heimsins størsta innandura regnskóg.
Høllini er so stór at Eiffel-tornið hevði kunnað ligið á liðini inni í høllini, og høg nokk til at tey kunnu bjóða flogtúrar í luftballón í høllini yvir trætopparnar. Har er millum annað ein 1200 fermetrar stórur og 32 gradir heitur vatnlands-hylur kallaður “Bali-lagunan” og ein 27 metrar høgur vatnrusjibani har tú kanst royna at skreiða við 70 km/t. Ein strond og ymiskt landskemt eisini sum til dømis minigolf. Eitt risa sauna- og wellness-depil eisini.
Funnið her á scaq.blogspot.com
One thought on “Heimsins størsta innandura svimjihøll er nær Berlin”