Einki ársins ítróttarnavn í ár ?

Nú árið 2010 er um at halla, eru tað nokk fleiri við mær sum leita runt í føroysku miðlunum, eftir siðvandu kappingina um at gera ársins ítróttarnavn. Ein kapping sum Pál Joensen hevur vunnið nærmast líka siðvant í 2007, 2008 og 2009, og Elspa Mørkøre áðrenn hann í 2005 og 2006.

DSC00232

Men í ár sær tað út til at púra einki verður gjørt burtur úr hesum, hvørki í okkara almenna Kringvarpi Føroya, ella í teimum privatu miðlahúsunum. Miðlahúsið hevur júst avgreitt ársins Planet Awards, til at heiðra fólk í tónleikavinnuni, men ger eftir øllum at døma einki burtur úr ítróttinum. Dimmalætting nevnir einki um nakað ársins yvirhøvur, og Kringvarpið er eisini tigandi.

Tað er væl eingin ivi um hvørji sum høvdu verið upp á tal, um okkurt sovorðið hevði verið. Pál nevndi sjálvur tá einaferð í summar, at hann ivaðist í um hann fór at vera tryggur í sessinum, eftir at Livar Nysted hevði verið við til at seta heimsmet í rógving um Atlantshavið. Birita Debes hevði kanska eisini verið upp á tal, sum fyrsta føroyska kvinna ið vann gull á norðurlendskari juniormeistarastevnu í svimjing, ja kanska á norðurlendskari juniormeistarastevnu yvirhøvur. Og so eigur Pál sjálvsagt at vera á listanum, við sínum norðurlendska meti og silvuri frá EM í Budapest, endurtøku av World Cup gulli í Moskva, og 5 altjóða heiðursmerkjum afturat.

DSC01474

Men nei, eftir øllum at døma einki í miðlunum. Kanska hava tey ikki fíggjarliga orku til tað í løtuni, ella kanska tíma tey bara ikki. Kanska var tað for upplagt at svimjingin ella rógvingin fór at fara avstað við heiðrinum aftur í ár, sum tí ikki sampakkaði við teimum egnu, persónligu áhugamálunum hjá ‘journalistunum’: fótbóltur, hondbóltur og talv. Kanska er tað for óviðkomandi fyri sendiflatuna hjá 3-2 og øðrum, at Manchester United og Arsenal og líknandi ikki kunnu gerast ársins føroysku ítróttarnøvn.

Í øllum førum sær tað út til at einki er. Uttan grundgeving, og uttan orð ella ei. Miðlarnir tiga ítróttin burtur, hetta árið tá ið hann meira enn nakrantíð hevur sett okkum á heimskortið, hóast tað óivað hevði verið ein funnin gripur hvat ferðslu á miðlunum viðvíkur, at fáa fólk at atkvøða og meta og kjakast um virðini á okkara allarbestu føroysku umboð.

Eg meini tað ! 🙂

One thought on “Einki ársins ítróttarnavn í ár ?”

  1. Hetta er ikki nakað eg veit frá leiðsluni í KVF, men eg havi tað frá nokk so álítandi keldum, at hetta er avlýst, men kanska kemur í januar ella februar…. eg meini tað eisini 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.