Altjóða svimjisambandið FINA fráboðar nú at tey hava lanserað eina nýggja og betri skipan til innanhýsis styrkismeting av alheims svimjarum, at finna her á fina.org. Til ber at samanbera svimjarar úr øllum heiminum ella til dømis frá bara einum ávísum landi, og sum nakað nýtt kunnu tey 202 limafeløgini nú sjálvi senda inn eyka úrslit, sum so verða eftirkannað av serkønum fólki hjá FINA. Skipanin verður rættiliga skjótt víðkað til eisini at umfata eina skipan til at melda til HM í Shanghai, og hartil ætla tey at gera tað gjørligt hjá miðlum og almenninginum sum heild at heinta biografiir um svimjararnar úr henni.
Havi leitað eitt sindur eftir føroyingum, og til dømis hevur bara Pauli svomið 100 frí á langgeil.