Synkronsvimjing fyri menn ?

Onkur minnist kanska greinina her um svenska skemtifilmin “Allt flyter”, um nakrar menn sum fóru í holtur við synkronsvimjing. Eftir øllum at døma ‘stof til eftertanke’, tí nú spjaðist ein dokumentarfilmur kallaður “Män som simmar” til USA og alt møguligt um Stockholm Konstsim Herr, sum møøguliga upprunaliga var ein joke, men sum tó hevur úr at gera við at ferðast runt og vísa sínar kynstir … og sum eftir øllum at døma vunnu gull á Men’s Cup III í Milano í 2009.

Män som simmar from Folkets Bio on Vimeo.


Ja, har eru nógvir homoseksuellir í hasari bransjuni, men hesir eru vist nokk flestallir heilt vanligir pápar yvir 30 ár, nærri 40. Um nakar hevur fingið blóð upp á tonnina, so verður næsta Men’s Cup í Amsterdam hin 22. til 24. apríl 2011, undir leiðslu av (gay swim club) Upstream Amsterdam.

Her er vist nokk ein video frá tá ið Stockholm Konstsim Herr vunnu bronsu á næsta Men’s Cup í Stockholm í 2007. Ja ja, teir hava trenað í áravís, síðani felagið varð stovnað í 2003, so tað er eitt sindur ringt hjá teimum at siga at teir IKKI eru seriøsir.

One thought on “Synkronsvimjing fyri menn ?”

  1. ‘little know fact’, at synkronsvimjing faktiskt byrjaði sum ein mannfólkaítróttur, til kvinnurnar tá ið 30-unum kroystu mennirnar út við at lata seg í smærri svimjidraktir …

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.