Sat sum ikki einaferð og leitaði eftir loysnum til heimasíðuna her, og fann tá knappliga hesa síðu har framleiðararnir av Tricaster sjónvarpsútgerð reklamera fyri møguleikanum at hava ‘virtuelt studio‘ – altso at filma sjónvarpsfólkið frammanfyri einum bláum skermi, og so lata Tricaster telduna um at tekna eitt studio rundan um mannin. Íroknað borð og bakgrund við flatskermi, har teldan teknar skuggar av manninum á vegginum aftanfyri, og speglar hann í borðinum.
Er tað bara eg, ella minnir hatta demo upptøkuhølið ikki óalmindeliga nógv um hølið í The Morning Swim Show ?
Ikki tí, eg eri mega imponeraður, og forvitin eftir kanska ein dag at sleppa at gera okkurt líknandi sjálvur. Tricaster kassarnir eru eitt slag av sergjørdum teldum við góðum videokortum og eini rúgvu av møguleikum at seta ljóðkeldur og fleiri samstundis videotól til telduna, sum so við serligum forritum og serligum ‘klippiborðið’ kann brúkast til at framleiða til dømis live sendingar á internetinum. Eitt sindur ov dýrt til www.svimjing.com enn, men kanska ein dag 🙂
Og hygg hvussu væl tað riggar …
Sjónvarpsverturin speglast ikki í gólvinum :-O Kanska er borðið teknað tilpas høgt, so man sleppur undan at spegla vertin.
Men flatskermurin speglast ikki rætt í gólvinum. Skerminmyndin í gólvum er sløkt.