Týska svimjiheimasíðan startblog skrivar her um “3. juniorsvimjidag 2011” sum svimjisambandið hjá statinum Brandenburg skipaði fyri, at tey millum annað har upplivdu at venja nær altjóða nøvnum sum ‘vara-evropameistaran’ Pál Joensen úr Føroyum, og olympiska meistaran Massimiliano Rosolino úr Italia.
Während im Rahmen des ebenso traditionellen Langstreckenlehrgangs des DSV deutsche und internationale Größen wie Vize-Europameister Pal Joensen (Färöer Inseln) oder Olympiasieger Massimiliano Rosolino (Italien) ungestört ihre Bahnen ziehen, tummelten sich 36 Kinder an 3 verschiedenen Stationen zum Thema “Schwimmen, Gleiten, Tauchen”.
Hesin svimjidagur er okkurt fyri teir heilt ungu svimjararnar, har tey vandu á trimum ymiskum statiónum, svimjing, glíðing og dykking. Eitt ‘highlight’ var eisini at royna mótstreymsanlegginum har, har vatnið rennur framvið so at svimjarin stendur í stað.
Heimasíðan skrivar at øll 36 pláss vórðu tikin heilt skjótt aftaná at kunngjørt varð um hendan svimjidag, at tey nú har endiliga merkja ein vaksan áhuga fyri svimjing í Brandenburg, og eina betring í virksemi hjá feløgunum. Endamálið við svimjidegnum er regluliga at vekja gleðina hjá ‘teimum lítlu’ fyri svimjing sum heild og nógvu møguleikunum har.