Craig Townsend skrivar í greinini “Nervousness is Energy” um hvussu sjálvt gullvinnarar á OL í Sydney vóru fjálturstungnir upp undir finalu, hóast teir vórðu hildnir at vera sikrir vinnarar. So sum hann sigur, næstu ferð tú fært nervar upp undir kapping, so minst til at tað gera øll sum eru klár til geva sítt besta.
So actually, if a swimmer is NOT nervous at all, they may not have the power and energy available to them that a nervous swimmer possesses!
Hann avdúkar í greinini at Ian Thorpe hevði nervar, hóast hann var so mikið favorittur, at hann sjálvur ikki hevði væntað at fingið nervar. Men tó so kom kenslan ógvusliga, tá ið hann kom út til 400 metra frí finaluna á heimabana í Sydney, og har hoyrdi áskoðararnar heppa ógvusliga uppá seg sjálvan. Hann hevði eftir øllum at døma nærmast hug at gráta, men vann tó finaluna í 400 frí, setti heimsmet, og vann aftur og setti heimsmet í 4×100 frí, ein tíma seinni.
Inge de Bruijn hevði eisini nervar, tá ið hon har vann 100 firvald, og setti heimsmet fyri níggjundu ferð sama ár. Tað var hennara fyrsta OL, sum serfrøðin sigur er nærmast at rokna sum ein ‘prøvaklútur’, við tað at íðkararnir altíð fáa sjokk av støddini á tiltakinum og týdninginum av OL. Hon viðgekk aftaná at hon hevði stórar trupulleikar við nervum, hóast hon beint upp undir hevði sagt alment, at hon var vís í sær sjálvari og klár at kappast.
Og hóast Lenny Krayzelburg varð roknaður sum ein ‘maskina’, tá ið tað kom til sjálvsikkurheit og at levera í hylinum, so viðgongur eisini hann at hava verið ekstremt nervøsur upp undir finalu í Sydney. Tað gjørdist ein tøtt kapping, sum hann tó megnaði at venda til sín fyrimun, hóast hann nokk var líka nervøsur sum nakar annar.
So sum Townsend sigur í greinini:
Being a little nervous is an advantage, not a disadvantage. This is what nervousness is for – to give you energy. Remember this in your next big race – channel the nerves into your swim, and feel your body unleash the incredible power it has been storing up for the race. Your mind will always provide what your body needs – and one of these things is nervous energy.