Redditch Borough Council í Worcestershire hevur sambært MailOnline funnið ein heldur ørvísi máta at spara pengar, nú orkuprísirnir hækka samstundis sum tað er fíggjarkreppa. Tey ætla nevniliga at hita hylin í Abbey Stadium Sports Centre við at brúka yvirskotshita frá líkbrenningarstøðini nærhendis, og vænta harvið at spara eini 14.500 bretsk pund ella umleið 127.000 krónur um árið. Summi halda at hugskotið er bæði sjúkt og óhugnaligt, at skula svimja í einum hyli sum er upphitaður av teirra kæru sum júst eru farin. Men council leader Carole Gandy heldur fast uppá at tað sparir pengar og ger tað sama fyri tey sum brúka líkbrenningarstøðina, og heldur annars:
I do recognise some people might not like it, but if they don’t they don’t have to use our crematorium.