Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin

Granskarar á University of Buffalo hava ávíst at svimjarar kunnu svimja væl longri við somu høgu ferð, um tey miðvíst venja vøddarnar sum anda. Granskarnir viðganga at tað ljóðar løgið, men siga at tað er tí at um vøddarnir sum anda verða móðir, so ‘stjala’ teir blóð og oxygen frá teimum sum flyta armar og bein, so at hesir ikki fáa arbeitt. Sí swimming.about.com.

Lundgren said that training the breathing muscles to improve the performance of swimming muscles seems counter-intuitive, but is logical physiologically. “Typically, we think it’s the muscles that move the body that are fatigued when we tire,” he noted. “However, the increased work load of the breathing muscles is very important, particularly underwater during prolonged or high intensity exercise such as swimming. As shown by other studies, when breathing muscles become fatigued, the body switches to survival mode and “steals” blood flow and oxygen away from the locomotor muscles and redirects it to the respiratory muscles to enable the diver to continue breathing. Deprived of oxygen and fuel, the locomotor muscles become fatigued. Increasing the strength and endurance of the respiratory muscles prevents their fatigue during sustained exercise, enabling divers and swimmers to sustain their effort longer without tiring,” Lundgren said.


Granskararnir kannaðu fyrst 30 mannfólk í 20-unum, at staðfesta hvussu hart teir kundu blása, hvussu leingi teir kundu hyperventilera, hvussu høgt VO2max teir høvdu (t.e. hvussu nógv oxygen kroppurin kann upptaka per minutt), og hvussu leingi teir kundu svimja við eini rímiliga høgari ferð.

Teir 30 vórðu so við lutakasti koyrdir í 3 bólkar, at venja somu nøgd av fitjusvimjing, 2 ferðir um vikuna í 4 vikur. Venjingin varð við vilja hildin á einum ‘viðlíkahaldsstøði’, altso so at meiningin ikki var at teir vegna venjingina skuldu vaksa um sína kondi, hesar 4 vikurnar meðan lungnavøddarnir skuldu pressast.

Lungavenjingin fyrigekk so á tann hátt, at ein bólkur vandi við at anda gjøgnum ein trongan ventil, ein annar við at hyperventilera (anda títt) niður í ein posta, og ein triði (placebo-bólkur) við at bara at halda ondina í nøkur umfør. Allir bólkar nýttu somu útgerð, til so vítt gjørligt at umganga at luttakararnir roknaðu út, hvør bólkur sum fekk bestu venjing.

Aftaná tær fýra vikurnar høvdu teir báðir fyrstu bólkarnir vaksið betýðiligt um svimjiúthaldni og evnini at anda, meðan triði bólkurin við teimum sum bara høvdu hildið ondina stóðu í stað.

Tølini eru heilt høg, at teir sum høvdu andað ímóti ventilinum kundu svimja 33% longri við snorkli í vatnskorpuni og 66% longri við luftfløsku undir vatnskorpuni, áðrenn teir møddust fullkomiliga av at svimja við somu ferð sum áðrenn tær 4 vikurnar. Bólkurin sum hyperventileraði í posa kundi svimja 38% longri í vatnskorpuni og 26% longri undir, meðan teir sum høvdu hildið ondina ikki kundu svimja nakað betýðiligt betri.

Talan var vist nokk um fitjusvimjing, eisini her í testini, sum er gott tí at tað tá mest sannlíkt ikki hevur havt nakað við svimjiteknikk at gera heldur. Tað er bara at sparka avstað, til man ikki orkar meira 🙂

Úrslitini eru í samsvar við líknandi royndir við súkklarum, rennarum og rógvarum. Og kanningin bendir tí á, at íðkarar í flestu ítróttum kunnu betra um sítt úthaldni, við eisini at venja vøddarnar sum anda.

2 thoughts on “Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin”

  1. Okur hava roynt hatta við snorkul og tape. Altso ein vanligan Monofinnu/Teknik snorkul og so bara tapa fyri so at bert eitt líti hol er at anda ígjøgnum.

    FINIS ger nú ventilar at seta á teirra snorklar við somu funktión.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.