Pál størri enn Premier League á Portal.fo

Tær báðar søgurnar “TV2 vitjar Pál Joensen” og “Pál skal tryggja Danmark OL gull” hava haft fleiri vitjanir enn onnur ítrottartíðindir á portal.fo hesar seinastu dagarnar. Á grafinum her síggja vit hvussu nógvir lesarir hava klikkað seg á tíðindini tað fyrsta døgnið eftir tey eru løgd út á portal.fo.


Litirnir á grafinum eru bólkaðir eftir ítrottargrein, soleiðis at svimjing er litað blátt-ljósablátt, fótbóltur reytt-ljósareytt, hondbóltur grønt og annað er litað violet.

Vit síggja, at lesarastreymurin fellur eftir 4 til 10 tímar. Hereftir er lítil vøkstur í vitjanartøl, millum annað tí at tey hvørva sum høvuðstíðindi á portal.fo. Tíðindini “Skoytuprinsessan komin” og “Tvøramenn vilja sparka í Hvalba” verða ikki av portal.fo roknað sum ítrottartíðindi eftirsum tey ikki eru at finna á sportal.fo. Men eg havi tikið tey við her.

Tað vóru fleiri ítrottartíðindi hesar dagarnar, sum ikki eru at finna á grafinum, tí at eg havi ov fá tøl at plotta við. Tíðindini eru hesi:

  • “Hondbóltur, menn: KÍF hevur kós í finaluna” (1917 vitjanir eftir 16 tímar)
  • “Hondbóltur, kvinnur: Neistin lorkaði sigurin burtur” (1619 vitjanir eftir 14 tímar)
  • “SkySports-vertir spilla kvinnu út” (2649 vitjanir eftir 14 tímar)
  • “Dmitrije Jankovic til TB” (1391 vitjanir eftir 11 tímar)
  • “Nøs frá Sky Sport” (2674 vitjanir eftir 23 tímar)
  • “Rubeksen funnir ov lættir” (2222 vitjanir eftir 22 tímar)
  • “Sorl hjá Íslandi” (992 vitjanir eftir 17 tímar)
  • “SkySports-vertir siga orsaka” (1153 eftir 19 tímar)

Eisini vóru tíðindini við lutfalsligum fáum lesarum, soleiðis at vitjanartølini ongantíð vóru at síggja á portal.fo.

  • “Lættur Chelsea sigur á Reebok”
  • “Danskur verjuleikari til B36”
  • “Wozniacki stríddi seg í hálvfinaluna”

Man kann diskutera, um tað er tilvildarligt, at áhugin hevur verið so stórur fyri tíðindini um Pál Joensen, men her kann man hava í huga, at portalurin setti heimasíðu met við 3.2 mio sýndar síður ta vikuna, tá Pál vann 3 gull í EJM – meðan Kringvarpið valdi at senda okkurt annað.

2 thoughts on “Pál størri enn Premier League á Portal.fo”

  1. Soleiðis sá Portalurin út nakrar fáar minuttir eftir at søgan um Pál var komin á breddan. Typiskt full drøn út til vinstru, minka minka, og so langt niður undir onkunstaðni.

    portal-radfesting

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.