Finska Svimjisambandið hevur sambært www.simma.nu sett Jani Sievenen sum ‘sportssjef’ frá 1. februar at rokna, ið merkir at hann fær ábyrgd fyri ítróttarligu menningina av finskum landsliðssvimjarum frá yngstu aldursbólkum og upp, umframt sonevnda “Team UNICEF”. Hartil er Jari Varjonen settur sum venjari hjá juniorsvimjarunum. Sievinen er fleirfaldur heimsmeistari og evropameistari í blandaðari svimjing á langgeil og stuttgeil, umframt silvurvinnari í 200 blandað á OL í Atlanta í 1996. Hann er eisini ein av teimum fáu sum hevur fingið eina svimjirørslu uppkallaða eftir sær, nevniliga sokallaðu “Sievinen-vendingina”, frá rygg til bringu í blandaðari svimjing.