Éitt er at svimjarar ofta jonglera við fleiri tal-uppgávum í senn; til dømis at telja armtøk millum andingar samstundis sum tey telja longdir, minnast til splitt-tíðir og rokna út puls, meðan tey allatíð telja saman hvussu langt tey hava svomið tilsamans. Men nú vísir tað seg at sjálvt tann ‘heiladeyði’ parturin stimbrar heilan, tá ið man bara svimur og svimur eitt langt strekki. Tað heldur í øllum førum Terry Laughlin her á bloggu síni, við støði í gransking av hvussu meditatión kann betra um heilafunkurnar … serliga tá talan er um ‘moving meditatión’, har heilin fær eyka luft og sukur tí at kroppurin er í gongd, samstundis sum man ‘bara’ meira ella minni mediterar, følir eftir hvussu andadráttur og teknikkur er, og ikki hugsar um annað enn tað sum hendir beint nú.
Tey kalla tað ‘mindfullness’, sum kann venjast á landi eisinii t.d. við hesari video …