Norskar kanningar hava staðfest, at yvir 50 prosent av børnum í 5. skúlaflokki ikki duga at svimja 200 metrar. Norska verjan hevur eisini staðfest at færri og færri ungdómar duga at svimja, og tí krevja úrvalssvimjarar sum Alexander Dale Oen og Gard Kvale nú, at politikarar annaðhvørt seta í verk átøk til at læra norðmenn at svimja, ella taka uppá seg at fólk drukna. Sí NRK.no.
Det er en veldig stor risiko å ta. Da må politikerne stå for det, hvis de synes det er ok å ha det på sin kappe
Norski landsliðssvimjarin Gard Kvale sigur seg stúra fyri framtíðini, tí at tað stendur for illa til við svimjihallum, og tí at skúlarnir fylgja ov illa upp. Hann heldur beinleiðis at tað er politiskur óvilji og tómir hyljar sum ger at so fá duga at svimja, sum eru hørð orð frá tí svimjara sum hevur vunnið flest gullheiðursmerki á norsku meistarastevnuni í svimjing yvirhøvur.
Anne-Mari Gulbrandsen stuðlar honum í hesum, og heldur at tað er vánalig raðfesting frá norsku stjórnini sum hevur skapt støðuna. Hon heldur at politikararnir kunnu halda tey lyfti sum tey góvu fyri árum síðani, og sigur seg skilja at skúlarnir hava trupulleikar, tá ið hetta ikki hendur. 79 fólk druknaðu í Noregi í fjør, og íðkararnir stúra fyri at væl fleiri fara at drukna tey komandi árini, vegna niðurraðfestingina hjá stjórnini.
Det er en veldig stor risiko å ta. Da må politikerne stå for det, hvis de synes det er ok å ha det på sin kappe, sier Gulbrandsen.
Kvale leggur afturat at stórtingspolitikarar lovaðu at fylla tómu svimjihyljarnar, og at satsa uppá svimjiundirvísing. Nú má okkurt henda, har mugu fleiri pengar til svimjihallirnar, og betri uppfylging í skúlanum. Og tað heldur Alexander Dale Oen eisini, at politikararnir mugu gera okkurt drastiskt.
Det er en trist utvikling, og det må gjøres noe med dette. Men folk må ta ansvar for sin egen sikkerhet, og så må offentligheten trå litt til også. Det er et fellesansvar, sier Dale Oen.
Statssekretær Lisbeth Rugtveldt sigur við NRK at tey í stjórnini taka væntandi svimjiførleikarnar í størsta álvara, og at tey fara at seta átøk í verk nú. Millum annað hava tey givið 1 millión norskar krónur til norska svimjisambandið og norska lívbjargingarsambandið, til eitt átak í ár sum er rættað ímóti næmingum í 4. skúlaflokki. Og so sigur hon um hesa uppfylging hjá skúlunum, at tað stendur í lesiætlanini í fólkaskúlanum at øll skulu kunna svimja aftaná 4. flokk, líka mikið um skúlin hevur svimjihyl ella ei.
Á norska partinum av www.simma.nu hevur enn ein norskur úrvalssvimjari hesa viðmerking, nevniliga Sander Smørdal: Kanskje vanskelig å kreve at 10-åringar skal ta ansvar for sin egen sikkerhet, men foreldre har vel eit visst ansvar for å lære sine barn ein livsreddande egenskap som svømming? Svømming – den einaste idretten ein kan dø av å ikkje mestre.
Tað er mín persónligi pástandur, uttan yvirhøvur at hava kannað tað. Trúgvi ikki at tað eru nógv børn út yvir tey úr svimjifeløgum sum kunnu svimja 200 metrar út-í-eitt í fimta flokki, og vit hava altso ikki øll í feløgunum.
Her taka øll eina stóra risiko, íroknað politikarar og foreldur, sum í høvuðsheitum gongur út uppá at barnið bara ikki má detta útí … ella í øllum førum ikki longri enn at vit kunnu taka í tað. Og tað kostar mannalív, eisini í Føroyum.