Miðlarnir eru ikki heilt blíðir við Ian Thorpe, nú hann hevur valt at byrja aftur. Á avstralska Wide World of Sports biður Steve Hitstirrer Thorpe um at siga sum er, at tað er gingist honum illa í fíggjarkreppuni, og at hann tí ger hetta til at tjena pengar. Á SwimNews vísir Craig Lord til kritisk ‘tweet’ sum spyrja, um Thorpe svimur fyri Avstralia ella Virgin Blue, nú tað var so átroðkandi at fáa nevnt á pressufundinum at Thorpe fer til Abu Dhabi at venja, við fyrsta flogfari á nýstovnaðu leiðini hjá sponsori hansara Virgin Blue.
Grant Hackett skilur ikki at Thorpe fer til Abu Dhabi at venja, vekk frá familju og øllum, men tað er heldur ikki sikkurt at hann verður verandi har serliga leingi. Rykti ganga nevniliga eisini um venjing kanska í Sameindu Emiratunum ella í Evropa saman við Gennadij Touretski fyrrverandi venja hjá Alexander Popov ella Jacco Verhaeren fyrrverandi venjara hjá Pieter van der Hoogenband.
SwimNews skrivar víðari, at Michael Phelps sambært venjara sínum Bob Bowman varð glaður um at hoyra at Thorpe varð byrjaður aftur, og at ein eyka gularót tá lá fyri framman, at skula møta Thorpe aftur í kapping. Bowman heldur tó at Thorpe má venja undirvatnsfasuna hart, ikki til at hava fyrimun, men bara fyri yvirhøvur at kunna fylgja við svimjarunum í dag.
Nógv spennandi um Thorpe, vit hoyra óivað meira seinni.
Tað er heilt burturvið fyrst at grenja um at svimjarir ikki fáa nokk av peningi, og tá ið tað so endiliga eydnast einum at varpa ljós á svimjingina, og liva av tí, so er tað heldur ikki gott…
Vónandi fær hann $10.000.000 við bert at venja 3 ferðir um vikuna og ikki klára kravtíðina til OL. Um ikki annað, so bara fyri at gera grin við teimun sum grenja.
Thorpe hevur vant alla tíðina síðan hann “gavst” so eg trúgvi ikki at tað verður so trupult sum fólk gera tað til. Men okur blíva óiva skjótt klókari 😉
“If he was a failure at it, he wouldn’t earn any money at all. He’s really got to get stuck into it.”
“If the dollar signs at the end of the pool to motivate him, well good on him, because that’s what he’s got to do … it’s not easy to come back.”
http://news.smh.com.au/breaking-news-sport/fraser-unhappy-with-thorpe-money-claims-20110207-1aisf.html
Psykologurin hjá Thorpe, Deidre Anderson, sigur at tað snýr seg ikki um pengar.
“I think anybody, who has been involved in elite sports, would laugh at that. To do what he has to do is not enough to be paid or sponsored. It’s about an absolute commitment. And everybody knows, who understands the motivation of money, that it wears off really quickly.”