Amerikanska svimjisambandið hevði sum kunnugt ikki nakran venjara við Sameindu Arabisku Emiratini, tá ið Fran Crippen druknaði har í World Cup kapping innanfyri ein mola í Fujairah nær Dubai. Hetta vilja tey broyta nú, men hava ikki orku til at senda venjarar til allar tær havsvimjingar runt heimin sum amerikumenn luttaka í. Tey fokusera tí uppá at senda venjara við til ávísar kappingar, nú íroknað allar World Cup kappingar.
Hartil bjóða tey nú ein checklistatil íðkararnar, at hava við til stevnur við ongum venjara, við spurningum til fyriskipararnar um tal á fylgibátum og sjóhita og líknandi. Í onkrum aktuellum føri hava tey eisini spurgt sjálvi, og fingið nøktandi svar.
‘In other news’ hevur familjan hjá Crippen stovnað the Elevation Foundation sum lesast kann um á www.francrippen.com, har tey savnað pengar inn til at kunna geva havsvimjingartiltøkum sum verða mett at ansa væl eftir íðkarunum. Hóast stóra missin ynskja tey nevniliga enn havsvimjing, til at millum annað at læra børn at vera trygg á sjónum. Grunnurin fer eisini at geva fíggjarligan stuðul til íðkarar sum vísa sama kærleika til ítróttin sum Fran gjørdi, siga tey.