100.000 hávar sæddir út fyri strondina í Florida

Piloturin Steve Irwin fleyg umleið 100 yards frá strondini í Palm Beach, tá ið hann sá hesa sjónina. Tók sína iPhone 4 fram og byrjaði at filma, meðan hann fleyg umleið 128 km/t. Hvør prikkur er éin hávur, og tey meta at har eru umleið 100.000, í økinum har ein maður varð dripin av hávi í fjør. Lesið her á technorati.com.



Ikki tí, serfrøðingar siga at álopini oftast eru tí at hávarnir taka feil og halda at menniskjuni eru fiskur. Ráðini eru at lata verða við at svimja í skýmingini, og halda seg burtur frá marbakkum og líknandi har hávarnir plaga at vera. At vera fleiri í flokki, heldur enn at svimja einsamallur … og so hitt klassiska, at sláa hávin á snútan, um hann leggur á.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.