Ungi Daniel Skaaning hevur enn bara junioraldur, men hevur tó so mikið góðar dygdir, at tað er realistiskt hjá honum at tosa um eitt pláss í 4×200 frí mansstafettini hjá Danmark á HM í Kina í summar. Hann venur tí fast saman við seniorunum á danska landsliðnum nú.