Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu í 1998 at norðurlendska definitiónin av svimjiførleika skuldi vera, at svimjarin skal klára at detta úti og fáa høvdið undir vatn, fyri síðani at klára seg upp aftur og svimja 200 metrar út í eitt, harav 50 metrar á rygginum. Ella sum allýsingin orðarætt ljóðar, á skjalfestingarmálinum hjá norðurlendska svimjisambandinum:
”Simkunnig är den som faller i vattnet, får huvudet under ytan och efter att ha tagit sig upp till ytan, på djupt vatten simmar 200 m i en följd, varav 50m ryggsim.”
Svenska skúlaverkið setti sær í 2007 sum mál, at øll skúlabørn í fimta flokki skulu kunna klára hesa roynd, umframt at vera trygg og duga at ansa sær nær vatni, og kunna klára neyðstøður við vatn.
“Eleven skall ha god vattenvana, vara trygg i vatten, kunna simma 200 meter, varav 50 meter på rygg, och hantera nödsituationer vid vatten.”
Svenska svimjisambandið herdi við ársskifti 2007/2008 hetta mál eitt sindur afturat, til at øll svensk skúlabørn í triðja flokki skulu kunna klára hesa roynd, í seinasta lagi í 2012. Hetta var eitt nýggjárslyfti sum tey settu, eftir at hava staðfest at talið á druknivanlukkum fyri fyrstu ferð var vaksið (nógv, 135 í mun til 107 árið fyri), eftir at hava verið minkandi síðani í 60-unum. Tey føla eina medábyrgd, og halda at ein nullhugsjón er verd at stremba eftir, sambært grein tá í Svenska Dagbladet.
Tey hava saman við sponsorinum E.ON sett í verk “Projekt Vattenprovet“, har svimjifeløg kunnu søkja um miðlar til at gjøgnumføra Vattenprovet í samstarvi við kommunu og svimjihøll, og har sponsurin eisini bjóðar diplom og t-skjúrtu til tey sum klára royndina. Ein áhugaverdur partur av hesi verkætlan er, at børn sum ikki klára vatnroyndina fáa bjóða ókeypis undirvísing. Tey finna altso fyrst við royndini tey sum ikki kunnu, og tryggja sær síðani so frægt man nú kann, at tey kunna læra tað, undir herrópinum: “Varje barn har rätt att lära sig simma! ”
Men tølini eru sum sagt eitt sindur døpur, at færri og færri kunnu svimja, í mun til fyrr. Her skrivar svenska svimjisambandið at tey í 70-unum og 80-unum máldu svimjiførleikan at vera heilt upp í 90 prosent, í mun til at við Projekt Vattenprovet í 2008 sóu at heili 56% ikki kundu klára royndina í fyrsta flokki í Upplands Väsby, og 17% í fimta flokki. Í Malmö sást at einans 48% kláraðu royndina í fjórða flokki, harav tað í teimum meira sosialt belastaðu økjunum var einans 21%.
Vit hava nýliga lisið um líknandi tøl Noregi, har norskir landsliðssvimjarar átalaðu at meira enn helvtin av norskum skúlabørnum ikki klára hesa roynd í fimta flokki.
Spurningurin er so, hví at tað er so. Norðmenn siga at tað skyldast niðurraðfesting av svimjiundirvísing í skúlanum, og so tað at svimjihallir verða niðurlagdar. Hetta hoyra vit eisini úr Danmark, og vælsagtans í Svøríki eisini. Vit sum fáast við svimjing vita, at so gott sum øll kunnu læra at svimja, um bara man tekur sær tíð til at læra tey tað. Og tað má tí vera tíðin ella møguleikin at yvirhøvur sleppa at svimja, sum er avmarkingin.
Føroyska Svimjisambandið fer nú í næstum undir eitt átak, at kanna svimjiførleikarnar hjá føroyskum børnum.