Norges Svømmeskole bjóðar nú eisini video

Norges Svømmeskole er merkjaskipanin sum vit brúka í Føroyum, og tað er tí super at tey nú eru farin í holtur við at filma øll øvilsini, á www.youtube.com/user/norgessvommeskole. Tey ætla at filma alt úr bókini “Slik lærer du å svømme“, sum longu hevur víst seg at vera ógvuliga effektiv til at læra børn at svimja, og sum hartil hevur eina rúgvu av góðum spølum afturat.

Her er tað kjarnuvenjing 9, at vísa at man kann flóta



Eg gjørdi nakað líknandi afturi í 2008, tá ið vit filmaðu kjarnuvenjingarnar við hjálp av svimjarum úr FLOT, til heimasíðuna www.svimjiskulin.com. Vit ætlaðu at fara undir at filma av nýggjum, til at lúka út onkrar smávegis feilir, men nú bleiv tað so grúðuliga lætt, við arbeiðinum hjá norðmonnum.

Heimasíðan www.svimjiskulin.com varð forrestin umkalfatrað herfyri, til at fáa betur pláss til videoirnar, og til at fáa hugskotsgrunnin inn sum Rúni Gaardbo og eg fyrr høvdu bygt upp á www.venjing.com, við hugskotum til spøl og venjingar. Tey kunnu nú síggjast á www.svimjiskulin.com/venjing, sum so verður síðan í framtíðini.

Annars stendur Svimjiskúli Føroya eitt sindur í andaleypi í løtuni, hvat fólkaskúlanum viðvíkur, eftir at Landsmiðstøðin gavst við at bjóða út skeið til fólkaskúlalærararnar. Nú skal sovorðið eftir øllum at døma verða undir Setrinum í staðin, men sum er tykiskt einki annað at henda, enn at Landið ‘sparir’ teir pengarnar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.