Tað gjørdist ein rættiliga greiður sigur til Týskland, á “Duel-in-the-Pool” tiltakinum ímóti Bretlandi, í Essen í gjár og í dag. 240 stig ímóti 195, har týsku mennirnir vunnu 14 einstaklingakappingar av 17, bretsku kvinnurnar eisini 14 einstaklingakappingar av 17, og tað tí gjørdist stafettirnar sum vórðu avgerandi, 7 týskir sigrar ímóti 1 bretskum. Lesið her á SwimNews.
Tiltakið var tíverri merkt av stórum fráfalli av stjørnum. Bretar fráboðaðu longu tíðliga at tey fóru at mangla stjørnur sum Rebecca Adlington, Lian Tancock, Gemma Spofforth, Francesca Halsall og Elizabeth Simmonds, og týsku máttu so beint áðrenn melda Brittu Steffen frá vegna bronkitis, og Paul Biedermann vegna trupulleikar við økslini.
Craig Lord á SwimNews heldur hartil at týsku fyriskipararnir høvdu gjørt ov lítið burtur úr, við til dømis ikki at skipa fyri áskoðaraplássum. “Under the national flags of both nations, the words read: No trespassing”.