Altjóða svimjisambandið FINA vísir nú til fylgjandi “Qualifying times for London Olympic Games 2012“, ið eisini vísir herðingina av kravtíðum síðani OL í Sydney í 2000. Fyri okkum eru mest áhugaverdu kravtíðir nokk tær sum Pál skal klára í 400 og 1500 frí, á í øllum førum 3:58.01 og 15:45.12, og helst minst 3:48.92 og 15:11.83.
Skipanin er fyrst og fremst tann, at FINA vil avmarka samlaða talið á luttakarum til 900 svimjarar. Fyrsta kolonna á t.d. 3:48.92 og 15:11.83 burdi hildið talið undir hesi 900, og avlopspláss fara so til tey sum klára tær veikaru kravtíðirnar á t.d. her 3:58.01 og 15:45.12.
Note: If after inviting all athletes who have qualified for the Olympic Games via FINA Rule BL 9.3.6 the 900 swimmer threshhold is not reached, FINA reserves the right to select the next highest scoring performance(s) from the FINA Points Table (who have not already been invited) in order to fill the quota of 900 athletes.
Hartil vita vit í førinum við Pál, at Danmark sleppur bara at luttaka við í mesta lagi tveimum svimjarum í hvørjari svimjigrein, altso tveimum í 400 frí fyri harrar, og møguliga tveimum heilt øðrum í 1500 frí fyri harrar. Pál skal tí ikki bara klára kravtíðina, men eisini verða ein av teimum báðum skjótastu í greinini.
Men men, skuldi tað víst seg at verði ein trupulleiki, so er eitt møguligt ‘frípláss’ í stafettini 4×200 frí fyri harrar, har danir skulu brúka 4 svimjarar til at kunna manna stafett. Tá er altso nokk at verða millum 4 teir skjótastu í danska ríkisfelagsskapinum, til at koma á liðið (um altso Danmark velur at stilla stafett, sum tey allarhelst gera).
Allar tíðirnar eru (sjálvsagt) á langgeil, og skulu klárast á serliga útpeikaðum kappingum. Eg (Rókur) veit frá álítandi keldu, at síðsta freist hjá dønum verður á DM á langgeil á vári 2012, sum altso verður ein av góðkendu stevnum.
1:50.04 í 200 frí, 3:48.57 í 400 frí og 14:56.90 í 1500 frí
í mun til A-kravtíðir
1:47.82 í 200 frí, 3:48.92 í 400 frí og 15:11.83 í 1500 frí
Tær skulu nokk líka klárast einaferð afturat, til at vera innanfyri kravtíðarskeiðið. Til dømis í Shanghai í summar.