Tíðindaskriv
Tað er ikki bara í Føroyum, at svimjarar bíða spentir eftir at verkætlanini við 50 m. svimjihylinum í Vági skal fara í gongd og klárt verður at venja. Elitusvimjarar úr bæði Norra, Italia og Íslandi er áhugir í at koma til Suðuroyar at venja, tá svimjihylurin er klárur.
[Íslendska og føroyska liðið á venjingarlegu í Canet, summarið 2010. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]
Jón Bjarnason, landsliðsvenjari og venjari hjá Susvim, sigur, at eftir at verkætlanin við 50 m. svimjihyli í Vági gjørdist almenn, hava nógvir svimjarar víst stóran áhuga. Norski svimjarin Gard Kvale vil fegin sleppa til Vágs at venja saman við Pál – og Gard er so góður, at hann røkkur semifinalur og finalur til World Cup. Eisini Alexander Dale Oen, sum vann silvur við OL í 2008, vil sleppa hendan vegin at venja saman við Páli, sigur Jón Bjarnason.
Jón Bjarnason vísur eisini á, at hann hevur fingið fyrispurning frá italska langteina landsliðinum um venjingarlegu í Vági. Arnd Ginther, sum er venjari hjá Samuel Pizzetti, sum bleiv nr. 3 í 1.500 m. frí og 800 m. frí við EM í Budapest í fjør, hevur í fleiri umførum skriva til mín um at sleppa til Vágs á venjingarlegu, sigur Jón.
Eitt annað dømi, sum Jón Bjarnason vísur á, er franski toppvenjarin, Jacky Pellerin, sum hevur fleiri heimsmet og Ol medaljur á CV’num. Hann hevur hevur hoyrt um 50 m. svimjihylin og gleðir seg at sleppa hendan vegin við sínum svimjarum. Pellerin er í dag venjari í Reykjavík.
Tílíkar venjingarlegur eru typiskt 2-3 vikur, sigur Jón Bjarnason, og leggur afturat, at allir sum hava víst áhugað í at koma hendan vegin, leggja dent á, at “her er onki, sum distraherar, onki býarstress, bara venjing at brúka kreftir uppá, og so annars fáa sálarligan styrk frá tí vakra umhvørvinum.”
Undan jólum søgdu Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, við Rás2, at stuðulin frá Landinum til m.a. 50 m. svimjihylin í Vági skuldi leggjast fyri í eykafíggjarlóg fyrst í hesum árinum.
Verkætlanarbólkurin
50 m. svimjihylur á Oyrunum í Vági