Norska svimjifelagið Bærumsvømmerne hevur seinastu 10 árini sæð risastóran áhuga fyri sínum svimjiskeiðum, sambært leiðaranum Åsa Essebo tí at svimjiskúlaundirvísingini í fólkaskúlanum er mangulfull. Foreldur sum hava tíð og ráð senda børn síni á skeið, og Per Rune Eknes forseti í norska svimjisambandinum heldur tí at klassaskilnaðurin millum rík og fátøk tíverri verður bæði varðveittur og styrktur. Tað er lógarkrav í Noregi at børn skulu duga at svimja eftir 4. flokk, og Eknes heldur tí beinleiðis at kommunurnar bróta lógina, við at forsøma svimjiundirvísingina. Lesið her á budstikka.no.