Ein eitt sindur ørvísi svimjivideo

Jamie Shaules greiðir her frá trupulleikanum við vatnmótstøðu, at svimjarin skapar ov nógva mótstøðu um beinini hanga ella svimjarin á annan hátt ‘svimur ígjøgnum eitt ov stórt hol’, t.d. við at hyggja frameftir.



Eg eri ikki samdur, at mjødnin skal vinklast sum hann vil, og haldi at tað sæst á døminum, at svimjarin tá netupp kemur at liggja í einum boga – høvdið og beinini uppi í vatnskorpuni, men mjødning sokkin niðurí.

Men undirhaldandi er tað, og fundamentalt rætt at svimjarin skal liggja so høgt í vatninum sum gjørligt. Tað lættasta er bara at byrja tíðliga við hasum øvilsunum, meðan man enn hevur evni til at læra at balansera 🙂

2 thoughts on “Ein eitt sindur ørvísi svimjivideo”

  1. Tú sigur tað so pent Rókur 😉

    Hatta er nakað vrøvl hann kemur við um at kroppurin skal liggja sum ein banan. Var tað ikki nettup “drag” hann vildi sleppa undan? 😉

    Mjødnin SKAL skjótast fram fyri at sleppa undan at ryggurin er sum ein banan og tú harvið sleipar allan hylin aftan á teg tá ið tú svimur 😉
    Um beinini søkka so sparkar tú við teimum fyri at fáa tey upp, og harvið hevur tú ein “turran” rygg.
    Nøkur eru sum als ikki hava brúk fyri at hugsa um hetta, tey eru fødd við einum fløtum ryggi, hesi svimja typiskt gott ryggsvimjing 😉

    Men annars hevur hann fatur í nøkrum fundamentalum tingum sum neyvan broytast her og nú 😉

    Keep your head down at the finish! :o)

  2. Soleiðis skal tað sigast. Um hesir ikki vita hvat teir tosa um, so er ringt at gita hvussu tað skal gerast.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.