Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini

Listafólk eru í andgletti í løtuni, tí at Dimmalætting dittar sær at nevna hvat tey hava fingið í starvsløn seinastu mongu árini, og hvat sum tey hava givið okkum afturfyri. Nú leggur Oddfríður Marni Rasmussen í lesaragrein eftir Dimmu, sum formaður í Listafólkasambandi Føroya, týðiligvís lítið vitandi um umstøðurnar hjá ítróttarfólki sum Pál Joensen.

“Tað svarar til, at Pál Joensen ikki kann svimja, tí at hann skal selja bollar hjá bakaranum í Vági. Neyvan hevði hetta gingið, men tá ið talan er um listafólk, er onki óført.”

Til hetta vil eg (Rókur) loyva mær at vísa á, at ein onnur føroysk ítróttarhetja, Shaila millum Garðarnar, seinastu mongu árini hevur stríðst við at fáa úrvalsvimjing at sampakka við sítt starv sum kondittari. Allir svimjarar ganga annaðhvørt í skúla ella hava arbeiði við síðuna av. Mær vitandi er tað bara tann éini svimjarin sum hevur roynt seg sum svimjari burturav, nevniliga Pál upp undir tey 3 gullheiðursmerkini í Beograd. Tá tók hann eitt sabattár frá skúlanum fyri heldur bara at svimja, og fekk tá einki (null, nix, nada) afturfyri. Fyri síðani at fara aftur í skúla.

Í dag fær Pál úrvalsstuðul frá Landinum, sum í fjør og fyrraárið. Men í mun til starvslønirnar til listafólk er hetta við kravi um at føra roknskap og leggja kvittarnir við, til at prógva at alt fer til ferðaútreiðslur, venjingarlegur, testir og líknandi, og einki til mannin sjálvan. Pengarnir verða síðani givnir fyri ein ársfjórðing í senn, ífall at hann verður skaddur ella av aðrari orsøk ikki venur, so at Landið ikki risikerar at spilla eitt heilt ár av studningi uppá Pál Joensen. Teir einastu pengarnir sum Pál fær sjálvur, er frá stuðlum sum P/F Leif Mohr, í kraft av sítt virði.

Eftir mínum tykki hevur tað verið hvørja krónu vert, sum land og fólk hava valt at ‘blaka eftir Páli’. Hann ger okkum stolt, á sama hátt sum listafólk burdu, uttan krav um at fáa nakað afturfyri. Á sama hátt sum bestu listafólk okkara gera tað – nevniliga klassisku listamálararnir – ið forrestin brillera við ikki at vera á listanum yvir toppskorarar í starvsløn.

Sum Henry Ford segði tað á sinni:

“You don’t build a reputation on what you’re going to do”

2 thoughts on “Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini”

  1. Persónliga eri eg harðliga ímóti stavslønir til listafólk. Man kann stuðla mentan uppá aðrar mátar. Eg vil tvíhalda, at list verður ikki betri við stuðli.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.