Kringvarpið hevði hetta innslagið í Degi & Viku, hósdagin 10. februar 2011, um fyrstuhjálparskeið í fólkaskúlanum. Eftirfylgjandi er prát við Helenu Dam á Neystabø, um hetta løgna at fyrstahjálp av eini og hvørjari orsøk er tikið burtur úr námsætlan fólkaskúlans per 1. august 2011, hóast at tað var kravd grein í verandi lesiætlan.
Eg skilji ikki hasa reaktiónina uppá at ein so týðandi partur av pensum knappliga mangar.
Í hesu KT-øld detta partar av skjølum ikki burtur, uttan at alt fer. Nei, onkur hevur valt hatta frá.
Hevði tað verið rokning sum manglaði, so vænti eg at ráðharrin hevði tosað í størri stavum.
Men lívbjarging er eftir øllum at døma nakað sum sleppur at fara millum skins og hold ?
Leggið til merkis at Reyði Krossur Føroya ikki tykist at hava nakran trupulleika yvirhøvur, at finna onkran at heiðra fyri lívbjarging, hvørt evigt einasta ár. Í innslagnum tosar Súni Winther um árligu fráboðanirnar í fleirtali, og sigur at har altíð eru heilt ung fólk í millum.
Éin føroyingur um árið er eitt risastórt tal, lutfalsliga.