Svimjing bjargaði børnunum í drekabátinum

Serfrøðingar kalla tað “yvirmenniskjaligt”, at næmingar frá Lundby Efterskole svumu knappar 1500 metrar í 2 gradum køldum vatni, til at fráboða um drekabátin sum holvdist við Præstø. Lesið her á jp.dk.

Tey vóru 13 næmingar og 2 lærarar sum royndu at seta eitt innanhýsis met, tá ið veðrið gjørdist vánaligt og báturin holvdist í roynd at venda. Fleiri av børnunum fóru í panikk, til mannligi ítróttarlærarin fekk yvirbevíst tey um at svimja í bólkum ímóti landi.

Kvinnuligi lærari og sjey næmingar kláraðu teinin á upp til 1500 metrar, meðan fimm næmingar mistu viti á veg inneftir. Mannligi lærarin varð verandi eftir hjá síðstu gentuni, uppi á holvda bátinum. Gentan varð seinni funnin lívleys, og maðurin er vekk.

Løgreglan fekk fyrst boð tá ið tann eina gentan kom í land og fann ein bilasølumann við fartelefon. Løgreglan kallar hetta bragd fyri lívbjargandi, meðan serfrøðingar í ekstremsporti kalla tað fyri “yvirmenniskjaligt”.

7 næmingar og kvinnuligi lærarin er við vit aftur, meðan 6 næmingar liggja í kunstigum koma. Mannligi lærarin er burturblivin. Stóri vandin var uttan iva kalda vatnið, sum kravdi at tey ikki bara kundu svimja teinin, men eisini svimja hann skjótt.

Jú, svimjing hevur týdning.

2 thoughts on “Svimjing bjargaði børnunum í drekabátinum”

  1. Nú tað frættist so nógv um druknivanlukkur, haldi eg at vit skulu minnast til, at her altso er og verður nógv vatn rundan um okkum. Serliga á oyggjum sum her í Føroyum.

    Vit kunnu ikki fjerna vatnið, og fyri tann skyld heldur ikki klára okkum uttan tað. Fólk koma tí at detta útí, av ósketni ella sum reint óhapp.

    Tí mást tú duga at svimja !

    Svimjifeløg hava royndir sum benda á at í øllum førum 90% av okkum kunnu læra at svimja. Havi hug at siga 99%, men veit ikki hvussu stórt lutfallið er av veruliga avlamnum fólki, sum ikki kunnu flyta seg.

    Tað ber tí til at siga, at tú skalt læra at svimja í fólkaskúlanum, minst líka væl sum tað ber til at siga, at tú skalt læra at rokna og lesa í fólkaskúlanum.

    Og tað er sum at súkkla, lætt at síggja og máta um onkur dugir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.