Havsvimjari burturblivin í leypi av Midmar Mile

Tað sær tíverri út til at “open water” svimjing er rakt av enn eini vanlukku, nú 45 ára gamli Nick Mallet ikki er aftur í komin eftir Midmar Mile kappingini í Suðurafrika í vikuskiftinum. Tey siga annars at kappingin var rættiliga trygg, við 140 lívbjargarum runt rutuna, men misteinkja at maðurin fekk hjartatilburð og sakk. Í kappingini luttók eisini Roland Schoeman, har Chad Ho vann hjá monnum, og Keri-anne Payne hjá kvinnum. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.


4 thoughts on “Havsvimjari burturblivin í leypi av Midmar Mile”

  1. Steve Munatones, a FINA technical committee member for open water swimming, is also one of 28 people with voting rights for the International Marathon Swimming Hall of Fame. After visiting South Africa’s aQuelle Midmar Mile on the weekend, he told SAinfo: “It sets the worldwide bar in every category.”

    Munatones, a former world 25-kilometre open water champion and coach of the USA’s national team at numerous open water World Championships, named a number of areas in which the world can learn from the Midmar Mile, including safety, hospitality, organisation, the inclusion of disabled athletes (he is involved with the Special Olympics), signage, awards, and the scale of the event.

    http://www.southafrica.info/news/sport/midmar-mile-140211.htm

  2. Midmar Mile er størsta ‘open water’ tiltak í heiminum, við yvir 16.000 luttakarum, hesu ferð.

    Tá nytta 140 lívbjargarar ikki nógv.

    Fyriskiparin roynir at verja seg við at maðurin ikki er funnin enn, og at tað tí er ‘unfair’ hjá fjølmiðlum at gita at maðurin er druknaður. Og hoppar so útí tað við sjálvur at gita at maðurin hevur fingið hjartaslag:

    “I am extremely disappointed in the reaction of many reporters to any reference of a drowning at the Midmar Mile. Until a body has been recovered and a reason for the disappearance be established, it is unfair to make assumptions at this point.

    “There is more of a chance of a suspected heart-attack causing a situation like this, not a drowning,” said Riddin

    Mín viðmerking: Størsti trupulleiki er væl sum við Crippen, at maðurin bleiv vekk. Tí líka mikið um hann druknaði ella fekk hjartaslag, so kundi hann kanska bjargast um onkur fann hann nóg tíðliga !

    Koyr okkurt á svimjararnar so at teir ikki kunnu søkkja. Krevur ikki meira enn 5 kg av uppdrift.

    Ella ger okkurt slag av ‘søkki-alarmi’. Eingin havsvimjari kavar við vilja.

    http://www.news24.com/SouthAfrica/News/Midmar-Mile-swimmer-still-not-found-20110216

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.