Bretar hava nú givið út skránna fyri svimjing á Olympisku Leikir í London 2012, í sambandi við at tað millum 15. mars og 26. apríl 2011 er gjørligt at umbiðja sær atgongumerki til ymisku tiltøkini har. Fyri okkum føroyingar er tað mest áhugaverda vælsagtans, at innleiðandi 1500 frí hjá monnum verður klokkan 10:00 fríggjadagin hin 3. august 2012, og finalan leygardagin hin 4. august klokkan 19:30 (bretsk og føroysk tíð).
Sum fyrr nevnt er talan um eina rættiliga serliga útbjóðingarskipan, har tað er líka mikið um tú ert fyrst ella síðst at umbiðja tær atgongumerki. Ein umbøn nú er nevnilig ikki garanti at tú fært atgongumerki, men í staðin eitt pláss í í lutakastinum um atgongumerki, ið tú so fært boð um aftur tann 24. juni 2011.
Atgongumerkini kosta 20 bretsk pund ella meira fyri vaksin millum 17 ár og 59, 16 bretsk pund fyri fólk 60 ár og eldri, og ‘tín aldur í pundum’ fyri børn 16 ár og yngri. Gev gætur at tey her í yvirlitinum yvir skrá og prísir ávara um at broytingar kunnu koma fyri í skránni.
Innleiðandi og finala í 400 frí hjá monnum er Ólavsøkuaftan hin 28. juli 2012, ávíkavist umleið klokkan 10:00 og 19:30. Tað skuldi verið umleið garanti fyri at føroysku fjølmiðlarnir ikki verða til staðar. [/sarkasma]
Que ? http://new.vagaportal.fo/pages/posts/ol-finalan-kostar-665-kr.-sekundid-7490.php
Bartal vísir á at 665 ferðir 60 sekund ferðir 15 minuttir er sirka 600.000 krónur, ella umleið tað sama sum úrvalsstuðulin.
Kanska okkurt sovorðið.
Peter er annars ikki bleikur fyri at taka ímóti stuðli.
Fløgan “Koma” hjá honum er stuðlað av Sandavágs kommunu, Atlantic Airways, Mentanargrunni Landsins, Skemmuni, Sørvágs kommunu, Fjølrit, Tórshavnar kommunu og Felagnum Føroysk Tónaskøld.
http://www.peturpolson.com/sidur/info.html