Dennis Holm fyriskipari av Svimjihøllini á Oyrunum vísti mær herfyri á hesa grein á goal.com, um hvussu Manchester United spælarin Antonio Valencia uppá rekordtíð kundi venda aftur til fótbóltin, eftir okkurt tey kalla NASA “Water Torture” Treatment. Eftir ætlan skal høllin í Vági ikki bara verða úrvalsdepil til svimjarar, men eisini hava líknandi venjingarmøguleikar í hylinum, til alt frá úrvalsítróttarfólki til fólki við ovurfita, skaða, breki, eldri og illa gongdum fólki, og til fólk sum bara vilja røra seg.
Trupulleikin hjá Valencia var at hann í september 2010 breyt økulin í fótbóltsdysti, og at hann tí var í vanda fyri at sita restina av fótbóltsárinum við skaða. Men so brúktu tey hetta NASA rennibandið í einum sergjørdum uppvenjingarhyli, sum gjørdi at tey longu í november væntaðu at hann fór at verða klárur aftur til venjing í januar, og til dystir í februar. Og tað heldur – vit frætta frá fótbóltsáhugaðum nú, at maðurin verður klárur um 2-3 vikur.