Pál Joensen hevur her um dagarnar sent Løgmanni bræv, at spyrja hvar tær 4 milliónirnar blíva av, sum Landið eftir ætlan skuldi veita til langhyl í Vági. Landið hevði lovað Svimjihøllini á Oyrunum stuðul, síðuleypandi við at tey lovaðu Saltsiloini á Drelnesi langt meira stuðul … men er nú farið víðari við ætlanunum um at veita SALT verkætlanini stuðul, uttan at nevna orð ella ei um langhylin. Stóri spurningurin er nú, um politikararnir eru til at líta á, ella um Pál má rýma uttanlands at venja eftir summarferiuna.
Tað er longu nú eingin ivi um at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin niðurraðfesta langhylin í Vági, síðani teir ‘gloyma’ at koyra málið víðari, samstundis sum Saltsiloin sleppur víðari á leið.
Fúl etandi skomm, at uppføra seg sum um at teir hava alla verðina í tíð, tá ið øll vita at OL kemur tá ið tað kemur.
Politikkur kann ganga skjótt, líka væl sum spakuligt. Nú hava teir so ein møguleika at prógva seg.
Løgmaður hevði góð tíðindi við sær “í hylin” í dag.
Søgan sigur einki um hvør sum vann 🙂
http://www.portal.fo/?lg=79580
Portal.fo skrivar, at Høgni Hoydal fer at spyrja Helenu Dam á Neystabø um hvussu verður við almenna stuðlinum til hylin í Vági. Tingvarpið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, á kringvarp.fo og á logting.fo (mms link) frá kl 11.