Cecilia Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:25.58 har juniormetið hjá henni frá X-mas Sprint kappingini hjá HS í desember var 4:29.86. Hon hevur harvið kvalifiserað seg til evropeisku juniormeistarastevnuna í Beograd í summar, har kravtíðin hjá hennara árgangi var 4:25.85. Og hon er aftur í hesari greinini nær kravtíðini til Oyggjaleikir í summar, sum er 4:23.46.
Tað tók eina góða løtu at senda upp, men nú er hon her.