Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fyriskipararnir av komandi svimjistevnu á Oyggjaleikum hava í skrivi fráboðað luttakarunum, at oyggjaleikahylurin á Isle of Wight ikki lýkur krøvini hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Trupulleikin er at hylurin er nakrar millimetrar ov stuttur, sum merkir at úrslit svomin har ikki kunnu góðtakast sum offisiell úrslit í FINA høpi.

CIMG9916

Frávikið er evarska lítið, millum 0.1 og 3.1 mm, tað vil siga í ringasta føri umleið breiddin á einum svávulpinni. Men talan er tó so um ein álvarsligan trupulleika, ið best verður lýstur við at bretar ikki sjálvir kunnu góðtaka tíðir haðani sum bretsk met. Tey høvdu ætlað at loysa trupulleikan við at skifta flisarnar út í øðrum endanum, men fingu ikki lokalráðið á Isle of Wight at vilja at gjalda fyri umvælingina. Tískil verður arbeitt fram ímóti eini at kalla óoffisiellari svimjistevnu, har altjóða oyggjaleikanevndin IIGA velur at góðtaka úrslit sum møgulig oyggjaleikamet, men haðani úrslit ikki eru at rokna sum lóglig í veruligum FINA høpi.

Tað er einki yvir at dylja, at hendan støða kemur illa fyri hjá bæði Svimjisambandinum, og hjá hvørjum einstakum føroyskum oyggjaleikasvimjara. Tí hóast heiðursmerki hava nógv at siga, so ganga svimjararnir eisini høgt uppí tíðirnar, sum á Oyggjaleikum ofta eru bæði persónlig og føroysk met, og tí eisini bestu tíðir at nýta sum tilmeldingatíð til EM og HM og líknandi.

Svimjisambandið verður tí noytt at endurskoða luttøkuna á hesum Oyggjaleikum. Tíðin er í so knøpp til at skifta málsetning fyri summarið, og hartil hevur føroysk svimjing bæði hug og áræði at vilja endurvinna mongu heiðursmerkini frá Rodos og Álandi. Men tað er væl hugsandi at summir av okkara bestu velja Oyggjaleikir frá, og spurningurin er tí um Svimjisambandið heldur skal senda eitt breiðari lið, til at royna at vinna so nógv heiðursmerki sum gjørligt, heldur enn at satsa uppá at nakrir fáir úrmælingar taka gullið.

Starvsnevnd SSF hevur umrøtt hesi viðurskifti innanhýsis, og við høvuðsvenjararnar í føroysku svimjifeløgunum. Tað er greitt at eingi føroysk met kunnu setast á Isle of Wight, og at úrslit haðani heldur ikki kunnu brúkast sum tilmeldingartíðir aðrastaðni. SSF velur at góðtaka tíðir haðani sum møgulig kvalifikatión til NJM og EM í desember, við tað at hylurin er so evarska lítið ov stuttur, men neyðugt verður tá at brúka annað úrslit til sjálva tilmeldingina.

Viðvíkjandi sjálvar Oyggjaleikir, so verður umrøtt at senda eyka svimjarar við til stafettirnar, ið sum einstaklingar kanska ikki klára hørðu kravtíðina á silvurheiðursmerki frá seinastu leikum, og eiheldur eru millum 2 teir skjótastu føroyingarnir í greinini, men sum trið- ella fjórskjótasti í til dømis í 100 frí eru at rokna sum náttúrligt val til 4×100 frí. Hesi kunnu so setast inn í einstaklingakappingar eisini, til at mýkja mótstøðuna.

Alt hetta eru tó lítið sømilig kor, fyri eina so mikið dýra stevnu sum Oyggjaleikir. Tað er eingin ivi um at um talan var um eina stevnu sum vit ikki plaga at fara til, so høvdu vit valt hana frá.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.