Mellouli er í topp-form

SwimNews.com skrivar her um tunesiska Oussama Mellouli, at hann á Missouri Grand Prix í vikuskiftnum vísti óvanliga góðan form so mikið tíðliga á árinum, tá ið hann í 1500 frí á langgeil vann gull við tíðini 15:01.65. Mellouli hevur sambært SwimNews ‘bara’ verið 8 ferðir undir 15 minuttir í 1500 frí, harav tað 2 ferðir var undir 14:50, og 2 ferðir undir 14:40. Besta tíð tíðliga á árinum var 14:59.97 í apríl mánaða í 2009, sama ár sum hann vann 1500 frí á HM í Rom.

Mellouli vann eisini 200 og 400 frí á stevnuni, umframt 400 blandað, og enntá 100 frí á øllum sprintarunum, sama dag sum hann vann 1500 frí. Tíðirnar vóru 50.15 í 100 frí, 1:47.03 í 200 frí, 3:46.64 í 400 frí, 4:13.38 í 400 blandað og sum sagt 15:01.65 í 1500 frí.

Mellouli og kinesiski Sun Yang verða mettir sum favorittar at kappast um gullið í 1500 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni í Shanghai í summar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.