Amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte kløkkaði herfyri nøkur børn har yviri, við at møta upp til venjingina hjá teimum, hoppa útí og geva teimum venjing, og hava gávur við til teirra. Her er vist nokk eitt sindur av ‘product placement’ krógvað í videoini, umframt lítið innlit í hansara ‘crib’. Gotta love his comment: “I just want other kids to know that I’m a normal person.”
Tað kann vera at Lochte er normalur, men hin í SwimOutlet-bilinum, Mel Stewart, er gull fikseraður. Tað skal sigast at hann vann tvey gull í OL 1992 í 200 firvald og 4×100 blandað.
Bloggur hjá Gold Medal Mel: http://www.goldmedalmel.typepad.com/mel/
Youtube rás hjá Goldy: http://www.youtube.com/user/goldmedalmel
Gold-Twitter: http://twitter.com/goldmedalmel
Her síggja vit crazy-Mel og eina yvirstóra 1992 OL gull medalju.
Um hasi “Gators” sum venjarin rópar út til eru the Florida Gators, so er tað eitt av teimum heilt stóru feløgunum í USA, við coach Greg Troy á odda, NCAA-liði á University of Florida, egnari sjónvarpsrás á http://www.gatorvision.tv og alt møguligt.
Ryan Lochte er sjálvur gamalur Gator:
Aðrir kendir Gators eru Tracy Caulkins, Dara Torres, Anthony Nesty og Darian Townsend. Torres hava vit hoyrt um so ofta, men hasin Nesty úr Surinam var eisini nakað heilt serligt, sum vann gull í 100 firvald á OL í Seoul í 1988, éin hundraðpart frammanfyri amerikanska Matt Biondi, sum var stórfavorittur. Biondi tapti uppá eitt vána innslag, sum eg tíverri ikki dugi at finna á netinum (enn).
Hasi børnini í fyrstu video síggja nakað ung út til at ganga á college, men logoið á hettunum minnir um tað á http://www.gatorswimclub.com, har Gregg Troy er høvuðsvenjari á altjóða liðnum, og hylurin líkist eisini.