Suðuroyingar taka í hesum døgum megnartak. Privatur felagsskapur hevur við stuðli úr allari Suðuroynni tikið seg saman at byggja fyrsta langhylin í Føroyum. Henda verkætlan er serstøk, ikki bara fyri Føroyar, men man vera eitt eindømi í øllum førum um okkara leiðir. Við nýhugsan innan bygging og orku hevur felagsskapurin staðið klárur at seta spakan í alt 2011.
Spillandi tungan
Tað fyrikemur okkum, ið varða av svimjingini ikki sørt ørkymlandi, at løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen skal fara fram á Løgtingsins røðarapalli og skíra tey, ið standa aftanfyri hesa ætlan fyri “bóndafangarar”! Og hetta er ikki fyrstu ferð, at løgtingsmaðurin er frammi í somu ørindum. Herfyri var hann í bløðunum, har hann royndi at sáa iva um, um henda verkætlan nú var grundað á veruleikan.
Eisini hevur verið roynt at fáa inn í orðaskifti, um hesin langhylur nú liggur rætta stað, um tað ikki var betri at hann lá í Havn, í Sundalagnum ella í Eysturoynni. Her skal eg minna bæði løgtingslimin og øll onnur á, at seinasti hylurin í kappingarstødd, var tikin í nýtslu í desember 1982. Í hesi skjótt farnu 30 árini, hevur eingin, eingin einstaklingur ella kommuna arbeitt seriøst við ætlanum um at byggja nýggjan svimjihyl.
Eftir Evropeiska silvurmerkið hjá Páli Joensen í Budapest í 2010, var borgarstjórin í Fuglafirði frammi og bjóðaði eitt øki á Kambsdali. Formaðurin í Mentanarnevndini í Tórshavnar býráð tosaði um, at tíðin var komin til at byggja nýggjan hyl í Tórshavnar kommunu, men honum á baki kom borgarstjórin og avnoktaði at nøkur bygging av svimjihyli lá í kortunum í Tórshavnar kommunu. Í 2008 var borgarstjórin í Runavíkar kommunu í Degi & Viku, har boðað var frá at eingin onnur størri íløga varð gjørd í kommununi enn nýggi skúlin. Mær kunnugt einasta kommunan, sum veruliga hevur arbeitt miðvíst við at betra svimjiviðurskiftini, er Klaksvíkar kommuna, har endurnýggjanin av svimjihøllini er í gongd og áhugaverdar ætlanir eru fyri framman.
Bøtandi hondin
Tað skal eingin ivi vera um, at fyri okkum í varða av føroyskari svimjing, so er tað stak hugaligt at síggja at allar góðar kreftur í Suðuroynni eru farnar saman um at byggja 50-metra langhyl í oynni. Ikki til ein mann, sum ofta verður ført fram, men til eitt svimjifelag í stórum blóma, kanska fyrsta ítróttarfelag í Føroyum við veruligum altjóða ambitiónum. Eins og tað eingin ivi er um, at nýggi hylurin í Suðuroynni fer at koma allari føroyskari svimjing til góðar. Tað hevði verið meira sámuligt um vit øll bakkaðu hesa stórslignu ætlan upp, heldur enn at royna at sáa iva, um hetta nú í veruleikanum er ein ætlan, ið kann gjøgnumførast.
At ætlanin skal standa og bíða eftir einari almennari játtan uppá 4 milliónir krónur, er sera hugstoytandi, vónandi verður hetta mál avgreitt í løgtinginum sum skjótast. Fyri okkum í føroyskari svimjing er hetta ein megnarætlan, og fær hon mín fulla stuðul. Vónandi verður hetta tann fyrsti langhylurin í eini røð av fleiri.
Jon Hestoy
Formaður, Svimjisamband Føroya
Longu eini 36 ‘likes’ 🙂
http://new.vagaportal.fo/pages/posts/betri-er-botandi-hond-enn-spillandi-tunga-7852.php
Helgi Abrahamsen er eftir øllum at døma ógvuliga populerur 😉
http://www.sudurras1.com/pages/posts/betri-er-botandi-hond-enn-spillandi-tunga5491.php
Hergeir Nielsen vísir í viðmerking á Vágaportalinum til hesa viðmerking:
http://www.logting.fo/files/sound/2010/24/1/419-2-100710-160925.mp3
Eg kennist ikki við røddina, men krossi fingrar og tær fyri at hatta bara er onkur tápulingur sum leyp inn gjøgnum vindeygað knappliga.
Orsaka … eg hoyri nú í oyrasniglinum, at talan er um háttvirda Olav Enemoto, sum var varamaður fyri Bárð Nielsen í Løgtinginum frá 2004 til 2007, og síðani frá 2007 til 2008, tá ið Bárður Nielsen fór úr politikki.
Biði so miriliga um umbering, at eg mistók hesa viðmerking sum Enemoto valdi at brúka tíðina hjá sær og øllum øðrum í Løgtinginum til, fyri okkurt frá einum minni begávaðum.
Ikki meira, tað skal ikki so nógv til.
Men tú… Hvør sigur at hann IKKI hoppaði inn gjøgnum vindeyga og fýrdi hatta av? 🙂