Mentamálaráðharrin Helena Dam á Neystabø segði beint nú í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya, at hon ikki veit hvar pengarnir skulu koma frá, til at stuðla Svimjihøllini á Oyrunum. Samgongan valdi ikki at seta pengarnar av á fíggjarlógini í desember, og teir fara so ikki at verða tiknir av nakrari ætlan hjá Mentamálaráðnum, tað veri seg til dømis av játtanini til Tjóðleikhús.
Helena segði í tíðindunum kl 18, at hon hevði sett pengar av til langhylin, men hon sigur, at “Løgtingið hevur brúkt pengarnar til onnur endamál”. Hvar blivu pengarnir brúktir?
Man kundi ynskt eitt sindur av gjøgnumskygni í hesum málinum. Tá Helena Dam á Neystabø ikki sjálv fortelur, hvussu hon hevur raðfest, kann man gita.
Her er eitt boð.
Helena sigur: “Vit fara ikki at taka pengar frá Tjóðpallinum”. Helena raðfestir tí Tjóðpallin hægri enn langhylin.
Upprunaliga setti Fíggjarmálaráðið 1 mió krónur av til Tjóðleikarhúsið, men játtanin uppá 1 mió krónur bleiv til 5 mió krónur í 12. tíma í fíggjarnevndini uttan nakra viðgerð í Løgtinginum.
1 mió + langhyl = 5 mió kr til sjónleik, ella hur?
Hon sigur sjálv:
“Eg haldi ikki at tað er rætt at taka pening frá øðrum”
Men beint áðrenn hevur hon sagt, at peningur var settur av til hylin, og tann peningurin ER TIKIN til onnur endamál..
So skriva Jóannes Eidesgaard og Petur Alberg Lamhauge í uppskotinum til fíggjarlóg 2011 tann 27. september 2010:
“Av upprunauppskotinum til fíggjarlógina 2011 hevur landsstýrið tikið nakrar løgur av aftur, tí tær ikki eru í samsvari við galdandi játtanarskipan. Hesar eru Salt 6 mió. kr., Langhylur 2 mió. kr., Talgildur signaturur 1 mió. kr., Nýggj skattaskipan 4 mió. kr., Talgilda bandasavnið 2 mió. kr., Tjóðpallur Føroya 1 mió. kr. og Hvalastøðin við Áir 1 mió. kr. Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um broyting í játtanarlógini. Tá hesar broytingar vónandi vinna frama í Løgtinginum, ynskir landsstýrið í samráð við Fíggjarnevndina at fáa hesar verkætlanir, sum rúmd er fyri í ásetta løgukarminum, játtaðar í fíggjarlógini. “
Øll hesi mál vóru ikki samsvari við galdandi játtanarskipan, og tó slapp Tjóðpallur Føroya onkunsvegna innum aftur ?
Og tá við 5, og ikki 1 millión.. ein kann bert undrast.
Helena: “eina løtu sum hesa leggi eg ikki í at tosa um væntandi íløgurnar í svimjingina…”