Í USA eru tey longu væl í gongd við US Grand Prix í Indianapolis, har Phelps endiliga følir at hann kann svimja aftur, eftir at hava vunnið 200 frí við 1:46.27 á langgeil, og 100 firvald við 51.75, á millum annað Mellouli og Lochte. Í Týsklandi luttaka 22 norsk og 6 svensk svimjifeløg ella tilsamans 180 feløg úr 23 londum á stóra ISM Berlin, við Ingvild Snildal úr Noregi sum eitt av høvuðsnøvnunum. Og á 11. Schwimmfest des SV Halle, luttaka millum annað Britta Steffen og Paul Biedermann.
Serstakliga áhugavert at síggja at bæði amerikanarar og týskarar hava valt at livestreama sína kapping … tvs fara uttan um klassisku sjónvarpsrásirnar, til at bera okkum myndir av Phelps og øðrum.
úr Indianapolis:
Video streaming by Ustream
Og úr Berlin:
http://www.ism-germany.com/live_e.htm
Innleiðandi byrjar kl 9.00 lokal tíð í Indianapolis, sum er kl 14.00 hjá okkum í Føroyum. Eg meini at finalurnar byrja kl 18 lokala tíð (kl 21.00 fø tíð).
Kappingarnar í dag eru:
800 frí kvinnur
200 blandað (Phelps, Lochte, Rogan, Mellouli)
200 rygg
100 frí
1500 frí menn (Mellouli)
400 blandað stafett
Startlistar og úrslit
Imponerandi at hann fer frá 1:49.90 og ikki at koma í finalu í januar, yvir hæddarlegu í 3 vikur til at vinna við 1:46.27 nú, har besta tíð í heiminum í ár var 1:46.55 hjá Yannick Agnel.
http://www.swimnews.com/news/view/8478
Bretar avgreiða sína meistarastevnu á langgeil frá í morgin av, sum hartil er úttøkustevna til HM í Shanghai í summar.
http://www.swimming.org/britishswimming/swimming/british-gas-swimming-championships-2011/british-gas-swimming-championships-2011/7981
Tey lova eisini okkurt slag av video:
http://www.swimming.org/britishswimming/swimming/video/
Havi koyrt embed-kotuna inn á http://www.svimjing.com/live
Tey svimja innleiðandi riðlar beint nú.