Virkuliga stuttligt innslag her av heimasíðuni hjá USA Swimming, har tey hava spurgt nakrar av kendastu svimjarunum á US Grand Prix í Indianapolis, hvat ið tey hava í taskuni.
[Tyler Clary hevði ein iPad, sum hann brúkar sum iPod, umframt oyrabollar. Hann vann bronsu í 400 blandað á HM í Rom 2009, og silvur í 200 rygg á HM á stuttgeil í Dubai 2010.]
[Jessica Hardy hevði allan lort, íroknað oyðubløð frá dopingtestini kvøldið fyri. Rímiliga nógv meira húðrøkt og deodorant og sovorðið eisini, enn dreingirnir sum eg so giti lukta av klor. Hon vann gull í 50 bringu á HM í Melbourne 2007, og trífalt gull í 50 bringu, 100 bringu og 4×100 blandað á HM á stuttgeil í Manchester 2008.]
[Mark Gangloff er rímiliga ‘pure business’, við einum iPod sum luksus og so annars svimjibrillur fyri rest. Hann hevur vunnið OL gull í 4×100 blandað í Athen í 2004 og Beijing í 2008.]
[Dana Vollmer er mist líka pure business sum Gangloff, við svimjigreiðum og svimjigreiðum og svimjigreiðum í taskuni, umframt forlovilsisringin krógvaðan niður í ein síðulumma. Hon vann OL gull í 4×200 frí í Athen 2004.]
[Tyler McGill er meira sum Jessica Hardy, ein sum roynir at fylla allar lummarnar við hálsketu og ur, plátu, draktir, brillur, mappu, hettur, fleiri draktir og andlitslotión. Og so hevur hann eina fartelefon eisini, undarliga nokk sum tann fyrsti av teimum spurdu. Hann vann gull í 4×100 blandað á HM í Rom 2009, og á HM á stuttgeil í Dubai 2010]