Góð grein her í The New York Times um tunesiska Oussama Mellouli, sum á OL í 2008 varð fyrsti maður í 11 ár at vinna á Grant Hackett í 1500 frí, hóast hann leið av dupultum diskusprolaps. Hann avdúkar nú hvussu fyrrverandi stjórnin legði trýst á seg, at stuðla verandi stjórn, við at ringja til pápan og siga “We didn’t hear Ous dedicate his medal to the president.” Hann varð móttikin sum hetja í Tunesia eftir HM í Dubai umleið samstundis sum Bouazizi setti eld á seg, og avdúkar eisini at hann var akslaskaddur fyri bara hálvum ári síðani. Men nú svimur hann við endurnýggjaðari styrki, eisini vegna frælsisstríðið í Tunesia, og sigur at málini eru gull á HM í Shanghai og OL í London.
[Mellouli eftir teir 1500 í innleiðandi á HM í Dubai, deyður sum ongantíð fyrr]