Nú skal tað vera vist, at tað er russiski Gennadij Touretski, fyrrverandi venjari hjá russiska Alexander Popov og polsk/avstralska Michael Klim, sum er nýggi venjarin hjá avstralska Ian Thorpe. Avstralska Herald Sun skrivar her at sáttmálin er um at verða undirskrivaður, so at Thorpe fer til Touretski í Sveis at venja.
Michael Klim heldur at hetta er eitt upplagt val, við tað at Touretski sum Thorpe er ein ‘tonkjari’, ið leitar eftir loysnunum pá ein óortodoksan máta. Thorpe er sum Popov ein svimjari við klassiskum svimjiteknikki, sum merkir at Touretski kennir til slagið. Og so er tað ongantíð keðiligt hjá Touretski, sum nokk er ein fyrimunur tá ið man einaferð gavst tí at man ikki tímdi meira.
Touretski er sum er høvuðsvenjari í venjingardeplinum hjá sveisiska landsliðnum í Locarno við Maggiore vatninum, nær italska markinum. Tað er bara ein tími í bili frá evropeiska høvuðsdeplinum hjá Avstralia í Varese í Italia, sum væl merkir at Thorpe er so nær sínum egnu eisini, sum man nú kann vera sum avstralskur svimjari í Evropa. Og Touretski er fyrrverandi høvuðsvenjari hjá avstralska Institute of Sport.
Bjarnason vil sikkurt siga, at Thorpe sær tjúkkur út 🙂
Thorpe sigur sjálvur, at hann skal tapa 5 kg aftrat tey 5 kg hann hevur tapt. Men Bernard Savage, ‘performance science manager’ hjá Swimming Australia, sigur at Thorpe hevur mist meira enn 5 kg av feitti, tí hann hevur tikið vøddar uppá.