Adlington við í stríðnum um at varðveita svimjihyljar

Olympisku meistararnir Duncan Goodhew og Rebecca Adlington eru saman við British Gas og bretska svimjisambandið ASA farin at stríðast ímóti at svimjihyljar verða afturlatnir, soleiðis sum rákið tíverri eisini er í Bretlandi í løtuni. Hóast svimjing er tann ítróttur sum hevur flestu íðkarar í Bretlandi, har 3 milliónir svimja hvørja viku, so stongdu 63 hyljar í 2009, ímóti at einans 28 lótu upp, umframt at talið av skúlasvimjihyljum minkaði við 27% frá 2002 til 2009.

Trupulleikin er tann sami sum í Noregi og í Føroyum, at hyljarnir eldast uttan at nýggir koma til. Heili 51% av hyljunum í Bretlandi eru eldri enn 30 ár, og nógvir eru tí við at vera slitnir upp. Og tað er tað almenna sum svíkur, har einans 28% av hyljum bygdir síðani 1990 hava verið almennir. Hetta hóast at tað er har at flest øll skulu læra at svimja, og tá serliga tey sum koma úr fátøkum heimum.

Tey hava tí sjósett heimasíðuna www.pool-watch.co.uk, sum er hugsað sum ein lívlinja til lokalsamfeløgini sum stríðast fyri at varðveita sínar svimjihyljar. Uttin sloganinum “We believe swimming pools are at the heart of communities, so let’s help save them together”, ber til at síggja hvørjir hyljar sum eru í vanda fyri at verða stongdir, at fáa vegleiðing í at dagføra sín svimjihyl, og at síggja teir sum vórðu bjargaðir.

Eitt gott átak, sum tíverri eisini hevði hóskað til viðurskiftini her í Føroyum. Her er nýggjasti hylur í rættari stødd nevniliga um at vera 30 ára gamalur, samstundis sum Eysturkommuna til dømis valdi at streingja hylin við Gøtugjógv. Allarnýggjasti svimjihylurin í Søldarfirði er fyltur við stólum, og tann tiltikni í Heysti hevur vist nokk ikki verið í brúk í rættiliga nógv ár eftirhondini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.